Løgmanssteypið: Lutakastið verður í kvøld

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í Degi og Viku í kvøld

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í Degi og Viku í kvøld. Upprunaliga skuldi lutakastið verða mánakvøldið, men tað er framskunda til í kvøld. Orsøkin er, at fjórðingsfinalurnar eru longu 22. apríl. Við hesum hava liðið longri tíð at fyrireika seg.

##med2##

 

- Sambært talgildu kappingarskipanini (Comet), er longu avgjørt, hvussu liðini møtast í fjórðingsfinalunum, sum verða 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl. Men hetta er ikki rætt. Tíverri er hent eitt tekniskt brek í skipanini, og vónandi gongur ikki alt ov lang tíð, til veitarin hevur loyst trupulleikan, skrivar FSF.fo

Liðið, sum eru í pottinum, eru B36, HB, KÍ, Víkingur, Skála, TB, B68 og B71. Í gjár gjørdi skipanin hjá Fótbóltssambandinum eina villu, har tað sá út til at drigið var til fjórðingsfinalurnar. Hetta er ikki rætt og lutakastið verður í kvøld.