StøÝutalvan eftir fyrru helvt av landskappingini boÝaÝi frá tí. HB var favorittur at vinna steypafinaluna, og HB vann steypafinaluna. Men áskoÝararnir vórÝu snýttir fyri taÝ dramaiÝ og tann intensitetin, sum finalan fyri tveimum árum síÝani millum somu feløgini hevÝi lagt upp til.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá iÝ málverjin, liÝformaÝurin og akkersmaÝurin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, varÝ rikin av vøllinum. NSÍ hevÝi stórar trupulleikar í uppspælinum. Eftir langa og adressuleysa sending úr vinstru og fram ímóti miÝjuni, steÝgaÝi HB royndini hjá mótstøÝumonnunum. Bólturin varÝ stungin fram ímillum til Heine Fernandez. Jens Martin var sum ein køttur á brotsteigarmarkinum, tveitti seg og í samanbresti viÝ danska álopsspælaran spældi hann bóltin viÝ arminum.
So var reyÝa kortiÝ á lofti, og fyri NSÍ og málverjan fóru fyrireikingarnar, sum teir seinasta mánaÝin høvdu gjørt í Runavík og um vikuskiftiÝ í Hvalba, í smildur.
TaÝ kundu teir í HB sjálvandi einki gera viÝ. Teir arbeiddu út frá galdandi fyritreytunum, og tá iÝ stríÝiÝ var lokiÝ, og Suni Johansen hevÝi bríkslaÝ fyri síÝstu ferÝ, var eingin ivi. HB hevÝi vunniÝ, og harviÝ hava teir fingiÝ sítt navn fyri fyrstu ferÝ í LøgmanssteypiÝ, sum taÝ hevur veriÝ spælt um síÝani í 1999.
Frammanundan hevur HB vunniÝ eitt Løgmanssteyp, tríggjar ÍsafjarÝarsúlur og eitt ÍsafjarÝarbikar til ognar. Stutt undan hundraÝ ára føÝingardegnum góvu teir sjálvir sær hetta steypiÝ í gávu, so taÝ á stóru føÝingardagsveitsluni seinni í heyst kann standa undir liÝini á øllum hinum. Um HB fer at vinna nýggja LøgmanssteypiÝ til ognar, fer eingin at vita nakaÝ um fyrrenn í 2008. Men teir hava møguleikan, og finalan vísti, at HB hevur stóra breidd og nógvar ungar spælarar, sum teir kunnu byggja á.
Spenningurin
Útvísingin hevÝi sjálvandi viÝ sær, at NSÍ uppleggiÝ fór fullkomuliga í fisk. Gert Langgaard noyddist av vøllinum fyri at geva rúm fyri nýggja málverjanum, Jákupi Emil Hansen, sum stóÝ seg manniliga.
Andy Olsen varÝ settur heilt fram í spíssin, Helgi L. Petersen varÝ fluttur úr høgru og sentralt fyri at útinna arbeiÝiÝ hjá tveimum.
Dygst eftir steÝgin snittaÝi Helgi (hann gav mótstøÝumanningum eitt lítiÝ puff) viÝ høvdinum bóltin inn viÝ handara stólpanum, eftir at Brynjolvur Nielsen hevÝi lagt fríspark úr høgru. So var støÝan 2-1 til HB, og í NSÍ og millum óføru viÝhaldsfólkini hjá teimum tóktist ein vón at kveikjast um, at taÝ kanska skuldi bera til at gera taÝ, sum fornuftin og skiliÝ søgdu, ikki átti at bera til.
Vónin livdi í eitt korter. So punkteraÝi Páll Mohr Joensen, sum beinanvegin eftir steÝgin var komin á vøllin fyri Fernandez, NSÍ. Eftir uppspæl í høgru og innlegg tvørturum og eina ferÝ aftur og fram, skumpaÝi ungi maÝurin bóltin síÝsta lítla teinin um strikuna. Dánial Hansen og Óli Hansen høvdu kempaÝ í NSÍ miÝverjuni, men hesa ferÝ vóru teir ov stuttir.
HarviÝ var 3-1, og so var spurningurin, hvussu stórur sigurin skuldi gerast. Megin fór úr teimum gulu og svørtu, sum høvdu roynt at stríÝa sítt stríÝ, og endiliga fingu HB spælararnir spæliÝ at glíÝa. Teir høvdu tíÝ og pláss, og teir spældu seg til fleiri upplagdar møguleikar. Hallur Danielsen, sum eftir triÝja máliÝ legÝi vertin í verjuskyldurnar, fintaÝi fýra mótstøÝumenn um koll, men skotiÝ fór dygst skeivu megin handara stólpan, og Rógvi Jacobsen drønaÝi úr tólv metrum bóltin í tvørtræiÝ, sum livdi taÝ, iÝ var eftir av tíÝini.
Avgerandi løtan
Dramatikkurin hevÝi ikki viÝ úrslitiÝ at gera, men heldur reyÝa kortiÝ, sum kom so tíÝliga. Dygdin í spælinum var, sum hon hevur veriÝ seinastu árini í steypafinalunum. UndirlagiÝ er ikki taÝ, sum spælararnir eru vanir viÝ, og hesa tíÝina eru spælararnir og liÝini ikki í toppvenjing. SoleiÝis er taÝ bara, og taÝ gongur sjálvandi út yvir avrikini.
HB vildi vinna, og teir fingu undan steÝginum tey bæÝi týdningarmiklu málini. Hesa løtuna hevÝi taÝ serligan týdning, at Rúni Nolsøe, sum nógv av uppspælinum hjá HB snarar kring, hevÝi nógv pláss, og at taÝ var heilt galiÝ í vinstra borÝi hjá NSÍ, sum saknaÝi leikbannaÝa SjúrÝ Jacobsen meiri, enn taÝ frammanundan kundi roknast viÝ. BæÝi í verju og álopi. Tá iÝ sentrali miÝvøllurin heldur ikki hevÝi neyÝugu tyngdina og styrkina at steÝga mótstøÝumonnunum og at varÝveita og spæla, so var eingin vón.
UppleggiÝ hjá HB var í 4-4-2 útgangsstøÝu at bróta ígjøgnum í borÝunum og at leggja innfyri í høvdini á sera sterka Rógva Jacobsen og eisini Heine Fernandez. Fleiri ferÝir var um reppiÝ, at teir fingu mál, og Rógvi hevÝi tveir ella tríggjar møguleikar, sum áttu at havt boriÝ mál viÝ sær.
Fyrra máliÝ kom eftir gjøgnumbrot í høgru. Rúni var púra einsamallur. Málverjin hálvbjargaÝi tveimum skotroyndum frá honum, men seinnu ferÝina rullaÝi bólturin fyri føturnar á leysa Heine Fernandez, sum sendi í tóma máliÝ.
Rókur Jespersen, sum saman viÝ Kára Nielsen og HeÝini á Lakjuni mannaÝi miÝvøllin saman viÝ Rúna Nolsøe, átti annaÝ máliÝ. Talan var um frágera gott mál eftir uppspæl í høgru. Eitt sindur kroystur og langt úti á vøllinum í høgru var ungi maÝurin púra kaldur, tá iÝ hann eina ferÝ mól um seg sjávan og so sera hegnisliga lyfti upp í handara krókin. Flott, flott.
BíÝitíÝin
Eftir 3-1 máliÝ hjá Pálli M. Joensen bíÝaÝi HB eftir steypinum. NSÍ flutti Helga L. Petersen fram undir liÝina á Andy Olsen í vón um, at okkurt hissini sprelliÝ skuldi bera mál og harviÝ nýggja vón viÝ sær.
HB setti veteranin Jan C. Dam í miÝverjuna. BárÝur Johannesen, sum ikki hevur veriÝ at sæÝ í HB málinum í nógvar mánaÝir, helt skil á, og Símun Eliasen, Vagnur Mohr Mortensen og Janus M. Joensen vóru tryggir og skilagóÝir.
At HB hevur breitt úrval sást aftur, tá iÝ Rasmus Nolsøe varÝ settur á vøllin og í, at so skilagóÝir ungir spælarar lupu av sum Eli Thorsteinsson, Hendrik Rubeksen og Emil N. Leifsson.
Í fimm ár hevur HB bíÝaÝ eftir nýggja Løgmanssteypinum. Tvær ferÝir hevur taÝ kiksaÝ í finalum. Hesa ferÝ bíÝaÝu teir síÝsta lítla hálva tíman. So fekk Rúni Nolsøe klørnar í steypiÝ, sum teimum verÝur ynskt hjartaliga tillukku viÝ. Nú hava HB sett kós eftir FM heitinum, og júst í løtuni er ilt at síggja, hvør skal megna at leggja sovornar fótonglar fyri teir, at taÝ skal kiksaÝ.
TaÝ treingist á steypahilluni í Gundadali.