Eigur tú jeans frá Levis, ella kanska buksur av øðrum merki, so er helst ein lítil lummi, sum mangan hevur undrað, tí hvat er hann til?
Fær ein kroyst eittnú eina 20 krónu í hann, so er hon ikki løtt at fáa fram í dagsljós aftur. Og fartelefonin passar ikki í lumman.
Men hóast mong hava undrast á lítla lumman, so er søgan einføld.
Fyri meira enn 100 árum síðani nýttu cowboyarar lummaur, sum teir ofta høvdu í ketu og goymdu í vestlummanum.
Tí kom buksuframleiðarin Levis við hugskotinum, at ein lítil lummi í brókunum hevði verið góður til lummaur, so tey ikki fingu snudd ella brotnaðu.
Ur ella ikki, lummin hevur verið nýttur til mangt, og hevur havt mong nøvn, tí hann er enn at finna í brókunum.