Løgreglan bant um heilan fingur

Seinnapartin í dag sá ein maður eina súkklu á botninum við Kongabrúnna og segði løgregluni frá og hon setti leiting í verk

Løgreglan sendi seinnapartin leygardagin boð eftir kavarum frá Tórshavnar Sløkkiliði at kanna botnin framvið Kongabrúnni.

Ein maður, sum var farin í bátin, bar eyga við eina súkklu á botninum. Tá ið hann fiskaði hana upp, var talan um eina barnasúkklu og hann sá eisini á henni, at hon var akkurát farin á sjógv og tí boðaði hann løgregluni frá.

Løgreglan hevði ikki fingið boð um nakran, sum var saknaður, men fyri at binda um heilan fingur, fóru froskmenn at leita.

Men hóast teir leitaðu væl og leingi, funnu teir onki-uttan eina súkklu afturat, sum eisini akkurát var farin a sjógv og sum var í fínasta standi.












Teir funnu onki annað enn eina súkklu afturat-nýggja súkklur.

Tað var maður í bátin, sær ein súkllu á botni, akkurat komin at liggja, so slóð alarm fyri sikkurheits skyld...

Kavaðu niður og leitaði allastaðni ongin fráboðan um nakran, sum mangla