Tað er ikki so ofta, at bilførarar, sum koma út fyri einum óhappi, rýma av staðnum, men tað hendir seg.
Mánakvøldið um hálvgum ellivu tíðina var ein maður á veg til gongu vestur eftir Tvørábakka.
Hann gekk í høgra borðið og komin áraka Húsbúna varð hann yvirhálaður av einum bili, sum koyrdi vestur eftri við rímuligari ferð.
Men, ólukkutíð, so bar bilurin við vinstra arm á gangandi manninum, sum fekk so ilt í armin, at hann datt niður á vinstra knæ.
Bilførarin á bilinum, sum rendi á, helt tað kortini ikki vera neyðugt at steðga á fyri at vita, um maðurin hevði brúk fyri hjálp, og hann helt tí leiðina fram vestur eftir.
Hjá gangandi manninum var verri statt, tí pínan vísti seg ikki koma av ongum.
Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin hevði brotið handliðið.
Løgreglan á Tvøroyri hevur roynt at finna fram til hvør bilurin, sum rendi á, var, og hvør tað var, sum koyrdi, men higartil uttan úrslit.
Tí heitir løgreglan nú á fólk, sum ferðaðust har um leiðir um sama mundið, at seta seg í samband við støðina á Tvøroyri, so at greiða kann finnast á hvør tað var sum rendi á.
Jaspur Vang, støðleiðari á Tvøroyri, sigur, at tað er sera keðiligt, tá slíkt kemur fyri og tí heitir hann á tey, sum vóru har um vegir um at boða frá.
? Maðurin gekk sum sagt eftir Tvørábakka, vestureftir, mánakvøldið um hálvgun ellivu tíðina. Hann gekk í høgra borðið og var í reyðari ketildrakt, so tað eiga nokk at vera fleiri, sum hava sæð hann, sigur Jaspur.
Hann leggur afturat, at tað tey á støðini serliga eru áhugaði í er at fáa tann, sum koyrdi bilin at venda sær til støðina, men um tað ikki ber til, so at fáa tey, sum koyrdu eystureftir, at siga frá.
? Kanska onkur teirra hevur sæð eitthvørt, sum ger at vit kunnu koma víðari, sigur Jaspur Vang.
At enda leggur hann afturat, at maðurin sjálvur heldur, at talan var um ein mykt littan persónbil, tó uttan at kunna siga tað við vissu.
Løgreglustøðin á Tvøroyri hevur tlf. nr. 371448