Tað er væl kent, at brasilskir løgreglumenn eru skjótir at taka skammbyrsuna fram, og nú vísir ein nýggj uppgerð, at tey seinastu seks árini hevur løgreglan í teimum báðum stórbýunum Sao Paulo og Rio de Janeiro skotið 11.000 fólk og rakt tey so meint, at tey doyðu.
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at í fleiri førum var talan um beinleiðis avrættingar.
Leiðslan í løgregluni umber seg við, at løgreglan er í stríði við vápnaðar rúsevnabólkar, sum eru púra eirindaleysir, og sum eru útgjørdir við alskyns vápnum.