Løgreglan: Fólk taka ofta feil

Í gjár fekk løgreglan boð um, at glas var á vegnum. Tað var tað ikki

 

 

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð frá bilførarum um, at tað var fult av glasi á landsvegnum uppi á Hjalla.

Løgreglan fór at kanna málið, men tað varð beinanvegin staðfest, at talan var ikki um glas, men um gler.

Løgreglan sigur, at tað hendir seg mangan um veturin, at tey fáa fráboðanir, sum hesar.

Tey siga, at talan er at kalla hvørja ferð um gler og ikki um glas. Talan er um, at gler, og glerpípur, sum brotnar undan lastbilum, niður á vegin, og fer í smápetti. Tað líkist glasi og tað fær bilførarar at gera vart við seg.