Vit eru framvegis í holt við kanningarnar, men enn eru vit ikki komin á mál. Tað sigur Løgreglan, eftir umfatandi dálking varð staðfest á Skálafjørðinum í gjár.
Talan er um ovurstórar nøgdir av plastringar, sum verða brúktir sum filtur at reinsa vatn við, sum nú liggja um allan Skálafjørðin.
Nógv bendir á, at teir stava frá onkrari smoltstøð, men Regin Jacobsen, nógv størsti alari í Føroyum, sum hevur høvuðstøð á Skálafjørðinum, segði í morgun, at í teirra fyritøku vildi eingin kennast við, at tey skuldu vera atvoldin til dálkingina.
Les meiri um tað her: Eingin á Bakkafrosti kennur nakað til hesa dálkingina
Løgreglan sigur, at síðani málið varð umrøtt í fjølmiðlunum í gjár, hava nøkur fólk vent sær til løgregluna um málið. Úrslitið av tí er, at løgreglan hevur avhoyrt nøkur fólk, men enn ber ikki til at staðfesta, hvaðani dálkingin stavar.
Men tey leggja nógva arbeiðsorku í málið, og hava sett fleiri fólk til kanningarnar. Løgreglan sigur, at teirra uppgáva verður at lýsa málið so nágreiniliga sum tilber, og helst skulu tey finna fram til dálkingarkelduna.
Síðani verður málið latið Umhvørvisstovuni, og so stendur tað til tey at gera av, hvussu farast skal fram, ella um meiri skal gerast við tað yvirhøvur.