Løgreglan gjørdi einki skeivt

Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum, er málið um húsarannsóknina hjá Ørvi Joensen í Saltangará. Løgreglan framdi húsarannsókn í húsinum, tí at ein maður, ið hevur framt fleiri innbrot, búði til leigu í húsinum hjá Ørvi Joensen.
Eftir húsarannsóknina hevur Ørvur Joensen kært um, at løgreglan framdi húsarannsókn í øllum húsinum uttan loyvi frá honum. Men tað hevði løgreglan heimild til.
Føroya Landfúti hevur nevnliga fingið fráboðan um, at tað var í lagi, at húsarannsókn bleiv gjørd, og málið fær ongar avleiðingar fyri løgreglufólkini, ið framdu húsarannsóknina.