Eldurin í Varðanum Pelagic á Tvøroyri er nú sløktur. Eingin opin eldur sæst longur, men tað er sera heitt í leivdunum. Nú fáast sløkkiliðsfólkini við at køla restirnar av bygninginum niður.
- Tá ið alt er kølnað, fara vit inn at gera fystu kanningarnar av orsøkini til eldsbrunan, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við Kringvarpið.
Hann sigur, at løgreglan hevur biðið um hjálp úr Danmark at kanna eldsbrunan, og mánadagin koma tøkningar úr Danmark at verða við í kanningararbeiðnum.