Tað kann vera óheppið at koyra á Eiðisskarði í hesum døgum. Tað sigur løgreglan, sum greiðir frá, at í gjár hendi tað fleiri ferðir, at bjargingarfólk fóru niðan á Eiðisskarð eftir fólki, sum høvdu rent seg fast orsaka av kavanum.
Tí Landsverk grevur ikki á Eiðisskarði, men grevur hinvegin vegin frá Funningi til Gjáar. Tí varð ein bummur settur fyri vegin í gjárkvøldið klokkan 20.30, tá ið bjargingarfólk høvdu verið boðsend fleiri ferðir.
Ein maður úr Týsklandi, sum ferðast í Føroyum, var tann fyrsti at ringja eftir hjálp av Eiðisskarði í gjár. Sløkkiliðið fór niðan á Eiðisskarð eftir honum og bilinum og fingu hann beinan vegin oman, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá í morgun.