Tað var nógv fók í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild var ógvuliga friðarligt.
Í nátt gjørdi løgreglan nógv fyribyrjandi arbeiði, og í hesum sambandi vóru átta løgreglufólk at síggja til gongu í miðbýnum í Havn í nátt.
Tað er eitt átak, løgreglan ger við jøvnum millumbili í eini roynd at fyribyrgja harðskapi.
Og í nátt hendi tað eisini nakrar ferðir, at løgreglan skilti menn sundur, sum vóru farnir til hendurs, so tá ið teir vóru farnir hvør til sítt, varð ikki meiri gjørt burtur úr tí. Onkur, sum var so drukkin, at hann ikki kláraði seg sjálvan, varð eisini hjálptur til húsar.
Løgreglan var eisini í holt við ein mann, sum var eitt sindur provokerandi, men hann vildi ikki siga, hvussu hann æt.
Men beint sum løgreglan skuldi handtaka hann, segði hann, hvussu hann æt og nær hann varð føddur, so hann slapp í evstu løtu.
At siga navn og føðidag er í roynd og veru ta einasta, ein hevur skyldu til at upplýsa fyri løgregluni.
Samstundis kannaði løgreglan eisini skeinkistøð bæði í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík, men har var einki at finnast at. Í hesum sambandi verður hugt eftir, um ov nógv fólk er inni, um nøkur eru inni, sum eru ov ung, um rýmingarvegir eru frámerktir og at teir ikki eru avbyrgdir, og so framvegis.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra 107 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær klipp í koyrikortið. Hevði hann havt koyrt 111 kilometrar um tíman, hevði hann verið noyddur at tikið koyrikortið av nýggjum.