Løgreglan hevur einki havt at seta fingurin á

Løgreglan hevur ansað væl eftir í Vestmanna, men einki hevur verið til at seta fingurin á

– Tað hevur verið fyrimyndaligt.

Tað sigur løgreglan í morgun. Stór bátastevna hevur verið í Vestmanna um vikuskiftið, men har hevur løgreglan einki havt at seta fingurin á.

Tey siga, at tey hava steðga nógvum bilum fyr at vita um bilførararnir vóru edrúir, og tað vóru teir allir samlir.

Løgreglan hevur eisini verið í Vestmanna við báti. Tey hava ein løgreglubát, Óðin, sum tey hava verið í Vestmanna við, men heldur ikki hjá teimum, hevur nakað verið at viðmerkja.

Óðin verður aftur á Vestmanna í dag, nú bátarnir so smátt aftur fara hvør til sítt. Tað er ikki loyvt at føra bát við kenning, líka lítið sum tað er at koyra bil við kenning, og løgreglan sigur, at í hesum sambandi kunnu bátsførarar vænta at verða bidnir um at blása í alkometrið.

Men tey siga, at tað er ikki óvanligt, at bátsførarar sjálvir venda sær til løgregluna, og vilja sleppa at blása fyri at tryggja sær, at tað er forsvarligt at loysa.

Tað einasta, løgreglan hevur havt at gera, var at mekla ímillum ein hýruvognsførara og ein, sum hevði leigað hýruvognin, men sum ikki var samdur við hýruvognsføraran um rokningina. Men eisini tað lagaði seg á staðnum, sigur løgreglan.