Hetta er tíðin, tá ið flesttingin er fyri, og tað eru nógv, sum hava tað rættiliga hugnaligt í kjallarum og hjallum runt um kring í landinum. Men løgreglan veit eisini av royndum, at tað eru summi sum hava tað for hugnaligt til at tey kunnu koyra bil, tí tað skerst ikki burtur, at nógvastaðni verður tað eisini skonkt eitt sindur ímeðan flett verður.
Tí ger løgreglan nettupp í hesum døgum nógv burtur úr at kanna ferðsluna, har tey serliga ansa eftir um bilførarar eru edrúir.
Eitt slíkt átak hevur verið í nátt, har løgreglan hevur koyrt runt víða hvar á meginøkinun, men uttan fyri Havnina. Løgreglan sigur, at tilsamans eru einir 50 bilar steðgaðir í nátt, men tíbetur vísti tað seg, at allir bilførararnir vóru edrúir.
Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni. Tey hava tikið ein fullan mann upp, sum ikki vann upp hús, og hann varð lagdur á støðina at sova eina løtu, men tá ið hann var klárnaður aftur, fór hann av stað aftur.
Annars hevur løgreglan eisini verið á gátt á skeinkistøðunum í nátt at vita um alt var eftir forskriftunum, og tað var tað allastaðni.