Í samband við at Countryfestivalurin byrjar í Sørvági, hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar við serligum atliti at teimum, ið koyra við kampingvogni.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at trý fólk fingu bót í fjár fyri ikki at hava rætta koyrikortið til at koyra bil við kampingvogni.
Fyri at koyra við einum viðfestisvogni, ið vigar meiri enn 750 kg, krevst eitt BE koyrikort. Altso, tað er ikki nokk við vanliga koyrikortinum til bil. Allar flestu kampingvognar viga í dag meiri enn 750 kg, og tí skulu flestu fólk hava eitt BE koyrikort, um tey vilja koyra við kampingvogni.
Vakthavandi sigur, at komandi vikurnar og serliga í samband við festivalarnar, fer løgrleglan at gera slíkar kanningar og heitir tí á fólk beinanvegin, um at fáa viðurskifti síni í ordan hesum viðvíkjandi. Fyrsta stigið er at seta seg í samband við ein koyrilærara, tí tað krevst undirvísing í at koyra við viðfestisvogni fyri at fáa hatta E'ið lagt afturat koyrikortinum.
15 fólk endaðu í netinum hjá løgregluni í gjár. Fimm teirra koyrdu ov skjótt og av teimum fingu trý eitt klipp í koyrikortið.
Tvey fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær. Trý fingu bót fyri ikki at hava rætta koyrikortið til at koyra við kampingvogni og trý fingu bót fyri at tosa í handhildna fartelefon, meðan tey koyrdu.
Ein fekk bót fyri at koyra við einum bygnaðarbroyttum prutli, meðan ein fekk bót fyri at koyra á motorsúkklu, hvørt nummarpláta ikki var sjónlig.