Í gjár vórðu tvey innbrot meldað til løgregluna, og tey er løgreglan nú farin at kanna. Í tí eina førinum varð brotið inn í Atlantis Bio í Klaksvík, har nakað av góðgæti var stolið úr kioskini.
Í hinum føri varð boðað frá innbrotið í FK í Miðvági, har nakað av vekslipengum vórðu stolnir úr einum kassa.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið avbera friðarligt í nátt.