Danski høvuðsstaðurin hevur í summar verið karmur um eitt bandakríggj, ið fekk Frank Jensen, yvirborgarstjóra í Keypmannahavnar kommunu, ið gjár at boða frá, at fólk ikki kunna føla seg trygg allastaðni í býnum.
Tað fekk ein 17 ára gamal drongur at sanna í gjár, tá hann varð raktur av einum skoti, hóast hann ikki hevur nakað tilknýti til bólkarnar, ið eru partar av stríðnum. Hendingin í gjár fekk eisini donsku løgregluna at kunngerða eina beinleiðis áheitan á stríðandi bólkarnar at steðga stríðnum undir yvirskriftini Steðgið ørskapinum.
- Ein einans 17 ára gamal ungur maður bleiv seint seinnapartin raktur av einum skoti frá einum revolvara, tá tveir vitloysingar á einum skutara skutu fleiri skot móti unga manninum, ið einki tilknýti hevur til bandar og av tilvild var á brotsstaðnum; ein gøta millum Tingbjerg og Høje Gladsaxe, skrivar løgreglan í fráboðanini og halda fram.
- Tað er ein dirvisleys og vitleys gerð at koyra ein skutara og skjóta tann fyrsta og besta, ið man av tilvild møtir á einari gøtu.
Danska løgreglan heitir á fólk, ið møguliga vita nakað um skottilburðin, at venda sær til løgregluna og veita teimum upplýsingar, ið kann hjálpa teimum at fáa fatur á gerningsmonnunum.