Løgreglan í Klaksvík hevði ikki nógv at gera um vikuskiftið. Onkur fullur persónur bleiv koyrdur til húsa av løgregluni, og húsaófriður varð í einum húsum fríggjadagin, men trupulleikarnir vóru loystir beinanvegin. Og fríggjakvøldið vóru grindaboð í Klaksvík, har ein lítil flokkur av springarum varð sæddur, men klaksvíkingar avgjørdu onki at gera.
Náttina til leygardagin vóru tvey full fólk koyrd til húsa, og herverk varð framt á tveir bilar. Náttina til sunnudagin varð púra friðarligt í Klaksvík og somuleiðis sunnudagin.