Ein 43 ára gamal týskari varð í juni í ár mistonktur fyri at hava ábyrgdina av, at bretska smágentan, Madeleine McCann, hvarv úr einari frítíðaríbúð í Portugál og læt lív í 2007. Maðurin situr ein narkotikadóm í Kiel í Týsklandi, og hann er áður dømdur fyri ymiskar brotsgerðir - eisini móti børnum.
Í árunum millum 1995 og 2007 búði hann í ymiskum tíðarskeiðum við Algarve-strondina í Portugál, og hann búði nær við, har McCann-familjan helt frí. Meðan hann var í økinum, gjørdi hann seg sekan í ymiskum lógarbrotum, og eitt nú framdi hann innbrot á hotellum og frítíðarbústøðum.
Hans Cheistian Wolters er ákæruleiðari í málinum, og sambært Sky News er hann sannførdur um, at løgreglan hevur fatur í rætta brotsmanninum. Trupulleikin er bara, at løgreglan hevur ikki nóg mikið at prógvum til at skuldseta mannin.
- Vit hava einki funnið seinastu tríggjar mánaðirnar, sum ger, at vit halda, at persónurin ikki er hin seki, men prógvini, vit hava nú, eru tey somu, sum vit høvdu og fóru út við alment í juni.
Ákæruleiðarin vísir á, at løgreglan hevur fingið eini 400 tipp, og haraftrat hevur Scotland Yard, sum týska løgreglan samstarvar við, fingið nøkur hundrað tipp. - Men, vit hava ikki nóg mikið av prógvum til at skuldseta mannin. Men, tað eru nøkur tipp sum gera, at vit eru optimistisk, og vit trúgva upp á, at gátan verður loyst.
Tað var eftir, at ein maður hevði boðað løgregluni frá, at hin 43 ára gamli hevði viðgingið seg sekan í burturflyting av smágentuni, at týska, bretska og portugisiska løgregan av nýggjum byrjaðu kanningararbeiðið.
Men, higartil hevur tað ikki eydnast løgregluni at finna teknisk prógv, sum kunnu knýta hin 43 ára gamla til burturflytingina av Madeleine McCann. Løgreglan hevur gjørt kriminaltekniskar kanningar í tveimum bilum, sum týskarin brúkti í Portugál um hesa tíðina. Annan av hesum bilum flutti týskarin í navnið hjá øðrum manni dagin eftir, at Madeleine McCann var horvin.
Ákæruleiðarin leggur dent á, at løgreglan er ikki bundin av tekniskum prógvum fyri møguliga at kunna skuldseta týskaran, men kortini vísir hann á, at løgregluni vantar fleiri prógv í málinum. Hans Cheistian Wolters vil ikki siga ítøkiliga, hvørjum løgreglan leitar eftir, men vísir á, at talan kann vera um eitt vitni, eina mynd ella eina sjónbandaupptøku.
- Onkur hevur spurt, um vit hava funnið klæðini hjá Madeleine McCann. Høvdu vit havt funnið tey, hevði tað verið gott fyri kanningararbeiðið, men vit hava ikki funnið klæðini, sigur ákæruleiðarin.
Týska løgreglan hevur eisini gjørt kanningar í týska býnum, men ákæruleiðarin vil ikki siga, hvat løgreglan hevur funnið har. - Vit kanna øll støð, har hin 43 ára gamli hevur búð. Vit vita frá fyrr av, at hann áður hevur gravað ting niður, men eg kann ikki siga alment, hvat vit hava funnið nú.
Verjin hjá týska manninum, Friedrich Fulscher, heldur, at løgreglan hevur fatur í skeivum manni. Verjin hevur higartil ikki sæð prógvini hjá løgregluni, og tað heldur hann vera løgið. - Tað er eitt rættarprinsipp, at báðir partar skulu hava somu "vápn". Tí er tað upp á tíðina, at ákæruleiðarin vísir tey kort, hann hevur, áðrenn hann heldur fram við at forhondsdøma mannin, sum ikki hevur møguleika at verja seg, leggur verjin aftrat.