Hvør eigur hesi klæðini?
Tað er ein spurningur, løgreglan roynir at finna út av.
Mánakvøldið kunngjørdi løgreglan mynd av nøkrum klæðum, jakka, skjúrtu og skón, sum fólk høvdu funnið beint við Kavisteinum við Hellienda innast í Borðoyavík.
Av tí, at klæðini vóru funnin niðri við sjóvarmálan, hevur løgreglan roynt at finna út av, hvør eigur tey.
Tey hava fingið ymsar fráboðanir, og hava ymsar slóðir at ganga eftir og í hesum sambandi hava tey kannað um ávís gjaldskort eru brúkt, um ávísar telefonir hava verið virknar, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa fatur á viðkomandi.
Tey hava eisini fingið eina ábending, um, hvør kann eiga klæðini, men viðkomandi er ikki í landinum í løtuni, og tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á viðkomandi. Og familjan hjá viðkomandi kennist ikki við klæðini, og sostatt er tað enn ikki staðfest, hvør eigur tey.
So er tað onkur, sum kennist við klæðini, eru tey meiri enn vælkomin at gera vart við seg, sigur løgreglan.