Løgreglan leitar eftir Pidda

Fyri triðju ferð innan eina viku verður leitað eftir einum horvnum manni.

Hesaferð er talan um Dánjal Petur Hansen úr Runavík, sum eftir hvat løgreglan skilir seinast er sæddur leygardagin.

Dánjal Petur – vanliga nevdur Piddi – er um 170-180 sentimetrar høgur, myrkhærdur og heldur kraftiga bygdur.

Løgreglan heitir á fólk, sum vita nakað um Pidda at siga, um at venda sær til nærmastu løgreglustøð ella til støðina í Havn, telefon 35 14 48.

Hinir báðir, ið leitað varð eftir, komu aftur í øllum góðum, og tað er at vóna, at sama verður úrslitið hesaferð