Løgreglan leitar eftir vitnum

Løgreglan í Havn vil fegin tosa við vitni til eitt harðskapsmál í Havn 3. jólamorgun í Steinatúni í Havn.

Harðskapsmálið var framman fyri lúkuna í Pizzakjallaranum í Niels Finsensgøtu 3. jólamorgun klokkan 4:45. Tveir menn, sum stóðu í køini komu til ilnar um, hvør ið skuldi keyp fyrst.

Annar maðurin sló hin so dygt, at hann fekk stórt sár oman fyri eyga og bløddi illa. Hann fór á skaðastovuna og fekk tvær pentur.

Tilburðurin var ikki meldaður fyrr enn í gjárkvøldið, og tí hevur løgreglan eingi vitni at tosa við. Maðurin, sum var sligin, kendi ikki illgerðarmannin, og hann kendi heldur eingi vitni.

Men nógv fólk vóru á staðnum, og løgreglan vil fegin tosa við fólk, sum hava sæð tilburðin. Av politistøðini siga tey, at alt hevur áhuga, og tann, ið veit okkurt at siga verður biðin um at ringja á Politistøðina í Havn, sum hevur 351448.