Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni til eina heldur øðrvísi uppgávu. Nakrir menn vóru farnir ein túr út til Nólsoyar at ballast, tá ein teirra gjørdist frá sær sjálvum. Tá ið tað ikki eydnaðist at sissa viðkomandi, blivu boð send eftir løgregluni, ið kom út til Nólsoyar við Rescue Lív.
- Tey umborð á Ternuni vildu ikki taka hann við, tí tey kundu ikki garantera fyri trygdina. Tí fóru nakrar løgreglumenn við Rescue Lív til Nólsoyar og tóku hann við aftur til Havnar. Í Havn bleiv hann koyrdur heim til onkran, ið hann kendi í høvuðsstaðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, og leggur afturat, at viðkomandi tó ikki slapp heilt uttan revsing.
- Hann var øgiliga ómøguligur og keðiligur, so hann fekk eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.