Løgreglan úr at gera

Farna vikuskifti er stóra jólaborðhalds vikuskifti, og løgreglan hevur havt úr at gera við fullum fólki, húsaófriði og øðrum. Farna vikuskifti hava nógv jólaborðhald verið, og tað merkist eisini hjá løgregluni, sum hevur havt nógv at gera.

Nógvar fráboðanir hava verið um full fólk, og tala hevur eisini verið um húsaófrið, har annar av pørtunum er endaður við at sova rúsin av á løgreglustovuni.

Eisini var ein hending, sum kortini spældi væl av, tá børn vóru farin tíðliga upp á morgni og tendrað fyri einari kókiplátu. Sløkkiliðið varð boðsent, men sum sagt spældi hetta væl av.

So sjálvt um einki álvarsamt mál var av týdningi, hevði løgreglan úr at gera um vikuskifti.