Í nátt ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at hann sá ljós í einum bátahyli í Skálafirði.
Fráboðarin stúrdi fyri, at tað kundi vera ein bilur, sum var farin útav og lá á botni.
Men tá ið løgreglan kannaði málið, vísti tað seg tíbetur, at onki var í tí, men at talan var um falskan alarm.
Tvørturímóti var talan um hugnaljós, sum vórðu sett til jóla, men sum ikki vórðu tikin niður aftur enn.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni.
Onkur einstøk dømi eru um, at menn eru farnir til hendurs og í tí eina førinum fór ein maður á skaðastovuna.
Løgreglan sigur, at tað endar kanska við eini rættarsak um harðskap, tí løgreglan veit, hvørjir teir báðir vóru, sum vóru komnir til ilnar.
Somuleiðis hevur løgreglan gjørt eitt sindur burtur úr at kanna um skeinkistøð halda seg til lógir og reglar og har var onki at finnast at.