Løgreglan sóknast eftir gásatjóvum

Løgreglan leitar eftir nøkrum gásatjóvum, sum hava stolið eina gás av einari trøð í Havnardali, etið hana og lagt rovini aftur saman við einum brævi til gásaeigaran. Tað kann kanska tykjast sum dreingjalótir at stjala eina gás og eta hana. Men fyri gásaeigaran er hetta eingin stuttleiki, og tað gerst beinleiðis ótespiligt, tá tjóvarnir bera rovini av gásini aftur saman við einum háðandi brævi.

Gásaeigarin varnaðist um vikuskiftið rundan um 22. januar, at ein gásasteggi var horvin av trøðni, og fyrrapartin í dag kundi hann so staðfesta, hvør endin var á steggjanum.

Rovini vóru nevniliga borin út á trøðna aftur, væl innballaðar í plast, og saman við teimum var eisini ein plastlummi við einum takkarbrævi í.

»Góði elskaði gásaeigari« byrja hesir tríggir tjóvarnir, sum undirskriva seg »Fimm mettir bjølgar«.

Í brævinum takka teir fyri góðan bita, hóast teir søgdu gásina vera bæði gamla og seiga.

Løgreglan sigur, at teir hava spor at ganga eftir, og eitt nú verða fingramerki nú tikin av plastlummanum. Løgreglan heitir tó eisini á fólk, sum hava verið í økinum við Havnardal vikuskiftið 22/23. januar, og halda seg hava sæð nakað illgrunavert, um at siga løgregluni frá.