- Løgreglan skal vera føroysk

Vit nærkast einum vegamóti, har avgerðin má takast, um løgreglan í Føroyum skal vera donsk og arbeiða í samsvari við donsk harraboð, uttan virðing fyri føroyskum myndugleikum, ella um vit vilja hava eina føroyska løgreglu undir føroyskum málsræði. Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Hann sigur, at ferð eftir ferð eru dømi um, at løgreglan í Føroyum verður stýrd uttan fyrilit. Seinasta dømi er niðurleggingin av vaktarhaldinum á løgreglustøðini í Runavík, sum er framd uttan, at føroyskir myndugleikar yvirhøvur eru tiknir upp á ráð.

Løgreglan í Føroyum skal vera føroysk, og hon skal virka sum ein samrunnin partur av føroyska samfelagnum, og ikki sum ein tilvildarlig grein av einum donskum stovni í Danmark, heldur hann.

- Tað tykist, sum leiðslan fyri løgreglan í Føroyum hevur lítlan hug at taka tey atlit, sum høvdu verið náttúrlig at tikið, tá løgreglan í Føroyum skal skipast. Kanska halda tey tað vera meira náttúrligt at taka atlit, sum kanska síggja gott út í hagtølum og talvum niðri í Danmark, sigur Kári P. Højgaard.