Løgreglan í SMS

Í sambandi við tiltak hjá ítróttarfelagnum H71, hevur løgreglan verið á Torginum í SMS og greitt frá virksemi sínum. Hildið verður fram í dag

Í gjár og í dag ger løgreglan rættuliga innrás í handilshúsið SMS í Havn.

Ikki tí, at nakað kriminelt fer fram har, men hetta er fyri at kunna fólk um arbeiði hjá løgregluni.

Tað var ítróttarfelagið H71 í Hoyvík, sum heitti á løgreglunum um at vera við í einum tiltakið á Torginum í SMS.

Løgreglan tók av hesum tilboð, sum samstundis gav teimum høvi at vísa fram tað nýggjasta hagtalstilfarið, myndir o. a.

Skráin hjá løgregluni byrjaði í gjáramorgunin klokkan 10, tá teir vístu fram ein politibil á torginum. Síðani var tað Høgni í Dali, politiassistentur, sum greiddi frá um merking av lutum.

Í gjár seinnapartin varð eisini filmur vístur á video og Jákup Alberg Berg, politiassistentur upplýsti um, hvørjar treytirnar eru fyri at gerast løgreglumaður.

Í dag er nøkulunda tað sama á skránni, sum sær soleiðis út:


kl 0900 - 1400Politibilur á torginum

kl 0900-1000Filmur á video

kl 1000-1100Pa. Høgni í Dali upplýsir um »merking av lutum«

kl 1100 - ?Politimotorsúkklur

kl 1200 - 1300Pa. Jákup Alberg Berg upplýsir um treytir fyri at gerast politistur

kl 1300 - 1400Pa. Høgni í Dali upplýsir um »merking av lutum«