Løgreglan stúrdi fyri at tað skuldi bresta saman

?Løgreglan lurtaði ikki eftir telefonunum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í verkfallinum í fjør, sigur M. Nepper-Christensen, fúti

Verkfall

Tað var ótti fyri bardaga ímillum blokaduvaktir og fólk, sum vórðu tarnað í ferðsluni, sum fekk løgregluna at leggja uppí verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í fjør.
Hetta stendur í eini frágreiðing, sum M. Nepper-Christensen, fúti, hevur skrivað um framferðina hjá løgregluni í sambandi við verkfalli.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava verið so ónøgd við framferðina hjá løgregluni, at tey klagaðu hana fyri fútanum.
Men fútin heldur ikki, at nakað var at finnast at og tí hevur hann víst kæruni frá sær.
Men fakfeløgini góvust ikki so tí tí hava tey klagað løgregluna fyri sjálvum løgmálaráðnum ogt har liggur málið í løtuni.
?Løgmálaráðið hevur biðið okkum um eina viðmerking til kæruna og tað fara vit skjótt at avgreiða, sigur fútin í eini viðmerking.

Vandi fyri samanbrestum
Men í frágreiðingini hann skrivaði um kæruna frá fakfeløgunum heldur hann ikki, at nakað er at finnast at viðvíkjandi framferðini hjá løgregluni.
?Á fleiri støðum vóru nógvar blokaduvaktir, sum tarnaðu ferðsluni, og tey ferðandi vórðu rannsakað og vóru eisini fyri aðrari ósømiligari viðferð og sostatt varð ferðslan órógvað.
? Nógv fólk vóru uppøst um framferðina hjáblokaduvaktununum og tí var stórur vandi fyri beinleiðis samanbrestum ímillum ferðandi og blokaduvaktir.
? Tí legði løgreglan upp í, sigur fútin.
Men orðið fútaforboð varð ikki brúkt. Og hann heldur, at tað var neyðugt hjá løgregluni at leggja upp í fyri at halda lóg og landaskil.
Hann sigur, at tað er ikki loyvt at forða ferðsluni, ella at órógva onnur, t.d. við at hópa seg saman og tí hevði løgrelgan eisini heimild til at leggja uppí, leggur hann afturat.
Hann sigur, at løgreglan gav fakfeløgunum eina freist uppá 15 minuttir at fáa blokadurnar av vegunum, hóast løgreglan ikki hevði skyldu til at geva teimum nakra freist yvirhøvur.
?Tá ið løgreglan staðfestir, at nógv telefonsamband var ímillum skrivstovurnar og blokaduvaktirnar, heldur hann, at freistin var rímilig.

Lurtaðu ikki
Men hann leggur dent á, at løgreglan lurtaði ikki eftir telefonunum hjá feløgunum í loyndum.
? Tá ið fakfeløgini høvdu fingið freistina upp á 15 minuttir, kundi rættiliga skjótt staðfestast at blokadurnar vórðu ferð við at verða tiknar av, eins og blokaduvaktirnar søgdu, at tey longu høvdu fingið boð um, at tær skuldu halda uppat. Tí kundi løgreglan staðfesta, at nógv telefonsamband var ímillum skrivstovurnar og blokaduvaktirnar.
Annars harmast fútin um, at leiðslurnar í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava følt seg forfylgd av løgregluni, men hann tað er ikki hansara fatan, at tað var so.
? Uppgávan hjá løgregluni var at fáa blokadurnar at halda uppat og at tryggja, at tær ikki vórðu tiknar uppaftur, sigur M. Nepper-Christensen.
Annars sigur hann, at tað stendur í lógini, at fólk, ið ikki eru skuldsett, skulu avhoyrast hvørt sær. Vitni kunnu ikki lurta eftir frágreiðingunum hjá øðrum vitnum. Sostatt kundu nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki sleppa við, tá ið forkvinnan av til avhoyringar, tí tað kundi ikki útihýsast, at eisini aðrir nevnarlimir skuldu avhoyrast, sigur fútin

Fýra klagur
Í klaguni nevna fakfeløgini fleiri ítøkilig dømi um framferð hjá løgregluni, sum tey ikki vilja góðtaka.
? Eitt nú boðaði løgreglan frá hon kom við fútabanni ímóti blokadunum. Men eitt fútabann hevur onki við løgregluna at gera. Eitt fútabann er ein avgerð, sum einans kann takast av dómsvaldinum, sigur IngeborgVinther.
Hon fýlist eisini á, at løgreglan einans vildi geva fekfeløgunum 15 minuttir at taka blokadurnar kring landið av.
?Hetta er alt ov stutt skotbrá, tí Løgreglan veit, at vit hava ongan møguleika at taka allar blokadurnar kring landið av við so stuttari freist, sigur Ingeborg Vinther.
? Men so hava vit eisini lagt merki til, at løgreglan í sínum viðmerkingum til málið hevur sagt, at eitt korter var ríkiligt, tí tað var nógv telefonsamband ímillum skrivstovurnar í Havnini og blokaduvaktirnar. Vit hava spurt okkum sjálvi, um løgreglan í loyndum hevur lurtað eftir telefonini hjá okkum, tí hvussu kann hon annars vita, hvussu telefonsamskiftið er ímillum skrivstovurnar hjá okkum og blokaduvaktirnar, spyr Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tey føldu seg eisini rættiliga forfylgd av løgregluni hesa tíðina, verkfallið vardi.
? Tað kom ofta fyri, at løgreglufólk tarnaðu okkum í vanligari ferðslu. Tað gjørdu teir ofta við at koyra aftaná okkum og forfylgja okkum, ikki bara í blokaduøkjum, men eisini í vanligari ferðslu.
Tey klaga eisini um, at øll nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki sluppu at vera hjástødd, tá ið løgreglan avhoyrdu forkvinnuna.