Løgreglan tók 82 keyparar á Christiania

Danska løgreglan fer í hesum døgum eftir hassj-keyparum á Christiania

Bæði gjáramorgunin og í morgun hevur danska løgreglan ruddað sonevndu Pusher Street á Christiania í Keypmannahavn. Í Pusher Street selja tey hassj púra opið, men av og á ger løgreglan herferð í móti søluni.

Í gjár fór løgreglan eisini eftir persónum, sum høvdu keypt hassj á Christiania, og 82 fólk vóru skuldsett fyri at hava hassj uppi á sær. 

Løgreglan gjørdi eisini rannsóknir ymsastaðni á Christiania og legði hald á ymisk sløg av hassji og pengar, sum stavaðu frá sølu. Í tí sambandi vórðu trý fólk handtikin. 

Sambært løgregluni heldur átakið á Christiania fram í dag og í morgin.