Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar ymsastaðni í landinum. Í hesum sambandi kannaði løgreglan bilar ú Suðuroy, Millum Fjarða og í Norðragøtu og heilt nógvir bilar vórðu kannaðir.
Fleiri bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra ov skjótt, nakrir fingu klipp í koyrikortið, og so vóru tað eisini tveir, sum mistu koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir mugu upp til nýggja koyriroynd, bæði í teori og í koyring, annars missa teir koyrikortið.
Annar bilførarin koyrdi 117 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80 og ein koyrdi 95 kilometrar um tíman í óbygdum øki, men tað var ein treylari og hann hevur bara loyvi at koyra 70.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd er farin undir eitt miðvíst átak fyri at fáa bilførarar at hugsa um, hvussu skjótt teir koyra og í hesum sambandi fer løgreglan eisini at gera nógv meiri burtur úr at gera ferðkanningar enn vanligt.
Í sambandi við ferðkanningarnar, verður eisini kannað eftir um øll onnur viðurskifti eru eftir forskriftunum, um bilførari og ferðafólk sita í trygdarbelti, serliga um børn sita í belti, o.s.fr.