Tablettir
Leygarnáttina tók løgreglan í Havn ein yngri mann, sum seldi ólógligar tablettir til fólk á gøtuni.
Løgreglan sigur, at tey fingu fráboðan um mannin, sum varð tikin við ymiskum tablettum uppi á sær.
- Í hesum førinum var talan um fleiri ymisk sløg av tablettum, sum læknar lata upp á resept, eitt nú sovitablettir og aðrar sterkari tablettir, sum kunnu vera lívsvandamiklar aftur við øðrum rúsandi.
Tablettirnar eru tiknar frá manninum, sum annars gongur leysur.
- Vit kenna mannin, men ikki í hesum høpi, og vit halda eitt vakið eygað við honum, sigur løgreglan.
Løgreglan heitir á ungdóm um at ansa eftir slíkum monnum - og á foreldur um at vera árvakin við hesum ólógligu tablettunum, sum eru vorðnar alt meira vanligar á gøtuni í Havn.