Løgreglan sigur nú, at ferðsluóhappi í Kollafirði verður mett sum tvey óhapp. Orsøkin er, at fyrsti bilurin fór útav vegnum. Næsti bilurin steðgar at hjálpa hesum fyrsta, og tá koyrir ein triði bilur á tann næsta bilin.
Støðan er ikki álvarsom. Fólkini, sum eru uppíblandað hava fingið smávegis snuddir, og bilarnir tað sama, men eingin er illa skaddur.
Tað sá annars ógvusligt út, tá ið fleiri brandbilar, sjúkrabilur og løgreglubilar fóru koyrandi norðureftir úr Havnini við stórari ferð. Men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í slíkum førum er man altíð eyka ansin, tó uttan at man kennir vavið av óhappinum.
Vakthavandi sigur, at tveir sjúkrabilar eru ávegis til Havnar við tveimum fólkum. Tann eini hevur smekkað høvdið í, og hin hevur smávegis snuddir.