Løgreglan vandi til drotningavitjan

Um góðar tvær vikur kemur hennara hátign Margreta drotning til Føroya á vitjan. Vitjanin verður í døgunum 12. til 16. juni.

 

Fyrireikingarnar eru sum vera man nógvar, bæði hjá ríkisumboð, landsstýri og ikki minst hjá løgregluni, sum hevur trygdina um hendi. Drotningin er altíð vard av PET, eins og forsætisráðharrin og nøkur onnur fólk, sum PET heldur hava slíka trygd fyri neyðini.

 

Tá tey kongaligu vitjaðu í gomlum døgum koyrdu tey runt við vanligum føroyskum hýruvognum. Sjálvsagt var løgregla við í fylginum, men seinnu árini er trygdin munandi økt.

 

Í góðveðrinum hósdagin varnaðust fólk í Havnini og norðanfyri við, at nógvir politibilar og politimotorsúkklur koyrdu runt við útrykningsljósum. Talan var um einar átta bilar og einar fýra motorsúkklur – og mitt í fylginum var ein fínur Audi Q7 jeepur.

 

Tað var ikki Barack Obama, sum var komin á vitjan. Men tað var løgreglan, sum vandi ein túr við drotningini.