Heitt verður á fólk sum eru stødd við Bónus, Rúsuna og Elding við Staravegin í Havn, um at verða sera ansin, tí ymiskir leysir lutir flúgva runt har í økinum.
Tað skrivar løgreglan í tíðindabrævið júst nú.
Hetta stavar frá einum stórum bygningin undir byggin har í økinum.
Politiið hevur stongt Staravegin á hasum økinum fyri ferðslu.