- Eftir næstan 30 ár hjá politinum havi eg valt at royna nýggjar avbjóðingar. Eg eri farin í farloyvi og byrjaði í dag í nýggjum starvi hjá Smyril Line sum HSEQ-manager (Health, Safety, Environment, Quality).
Soleiðis skrivar Kristian Dahl á sínari Facebook-síðu 2. februar í ár.
Starvið hjá løgreglumanninum í Smyril Line er eitt nýtt starv í felagnum, har hann verður leiðari við ábyrgd fyri heilsu, trygd og umhvørvi - ella HTU-leiðari, sum starvið verður rópt á føroyskum.
Starvið fevnir um heilsu, trygd og umhvørvi á ferðafólka-og flutningssíðuni á landi, bæði í Føroyum og útlandinum.
Kristian Dahl er, umframt at vera útbúgvin løgreglumaður, eisini útbúgvin maskinmeistari, og hjá løgregluni hevur hann eisini havt ymisk leiðandi størv.
Løgreglumaðurin í farloyvi, sum nú er byrjaður í starvi hjá Smyril Line, er føddur hin 24. februar í 1965, og tað merkir, at hann hevur føðingardag í morgin.