Ovastin fyri løgregluni í argentinska býnum Rosario, Nestor Fernandez, varð handtikin í gjárkvøldið, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at hann hevur arbeitt saman við einum kervi, sum hevur smuglað rúsevni.
Fyrr í vikuni tók løgreglan fyrrverandi løgregluovastan í Santa Fe-landspartinum, Hugo Tognoli, sum eisini er undir illgruna fyri at hava samstarvað við rúsevnasmuglarar.
Ákæruvaldið í Buenos Aires hevur skuldsett Hugo Tognoli fyri at hava hjálpt rúsevnasmuglarum at fjala seg, skrivar AFP úr argentinska høvuðsstaðnum.