FJARSKIFTI
Seinastu fjúrtan dagarnir hava vent upp og niður upp á føroyska fjarskiftismarknaðin. Føroya Tele er sundurskilt í fleiri feløg, og Kall er nú vorðið dóttirfelag hjá Vodafone Island. Í mun til Vodafone Island er Føroya Tele eitt lítið felag. Umsetningurin hjá Føroya Tele er helvtina av honum hjá Vodafone Island.
Hjá Føroya Tele eru tey eisini greið yvir, at tað er ein nýggjur dagur í føroyskum fjarskifti.
- Vit eru glað fyri, at kappingin er herd. Tað kemur á ongan hátt óvart á okkum. Tað er heilt natúrligt, sigur Richard Mortensen, stjóri fyri FT Samskifti.
Tann nýggi dagurin á føroyska fjarskiftismarknaðinum fer eisini at merkja Føroya Tele.
- Nú vit hava fingið hendan nýggja bygnaðin, og Kall er vorðin partur av einari stórari fyritøku, so eigur hetta eigur at merkja heilt nýggjar spælireglar. Vit eiga at fáa møguleikar at kappast á meira jøvnum, har vit kunnu prísáseta øðrvísi, sigur Richard Mortensen.
Føroya Tele hevur ynski um at áseta lægri prísir á eitt nú GSM økinum í byrjanar fasuna, sum tað verður rópt. Tað merkir, at á sumum økjum verður prísurin settur undir kostnaðarstøði. Men tað vil Fjarskiftiseftirlitið ikki ganga við til og vísandi til reglugerðina á økinum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er hetta ikki bert ein roynd hjá tykkum nú at virka sum tann lítli parturin, hóast tit framvegis eru ein risi á føroyska marknaðinum?
- Vit kunnu ikki bara at síggja fjarskiftismarknaðin sum eitt lokalt føroyskt øki. Kappingin í framtíðini fer ikki at vera millum Føroya Tele og Kall. Vit eru partur av einari alheimsgerðing, har heilt aðrir partar eru við. Tað er alt ov trongskygt at síggja føroyska marknaðin sum bara Føroya Tele og Kall, sigur Richard Mortensen.
- Hetta eigur eisini at fáa fólk at hugsa nýggjar tankar í sambandi við einskiljingina av Føroya Tele, sigur Richard Mortensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggj produkt og prísir
Stjórin fyri móðirfyritøkuna hjá Kall hevur lovað, at nýggj produkt og tænastur fara at koma fyri dagin á føroyska marknaðinum. Føroya Tele sigur ikki ræðast nýggju kappingina.
- Vit fara at svara aftur beinanvegin. Vit fylgja okkara ætlan við fleiri og betri tænastum, sigur Richard Mortensen.
Hann heldur, at Føroya Tele seinnu árini er nógv broytt, og nú er so gott sum klárt at verða einskilt. Á serliga GSM-økinum metir Richard Mortensen, at tað er møguleiki fyri fleiri kundum. Stjórin fyri Vodafone Island hevur boðað frá, at teir ætla sær Føroya Tele kundar. Tað kann Richard Mortensen væl skilja, men tað verður ikki uttan víðari, at Føroya Tele fer at lata kundarnar fara men almenna fyritøkan fer at taka kappingina upp, sigur Richard Mortensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lítla ávirkan
Fjarskiftiseftirlitið er eftirlitsmyndugleiki á økinum. Stjórin fyri stovnin, Jógvan Thomsen, heldur ikki, at tað fer at fer at broyta so nógv, at Kall er vorðið íslendskt dóttirfelag.
- Vit hyggja fyrst og fremst eftir marknaðarparti og ikki eftir eigaraskara, sigur Jógvan Thomsen.
Hann heldur tað vera sera gleðiligt, at Kall nú hevur fingið ein sterkari eigara, men sum er broytir hetta ikki støðuna nakað stórvegis. Hann roknar ikki við lægri prísum beinanvegin.
- Vit hava tað áseting at virka eftir, at prísirnir ikki kunna vera lægri enn kostnaðarstøðið. Um tað ikki broytist, so verður heldur ikki loyvi til lægri prísir, sigur Jógvan Thomsen við ávísing til útsagnirnar hjá Richard Mortensen um lægri prísir á fartelefon økinum.
- So skjótt tað luktar av prískríggi, so siga vit nei, sigur Jógvan Thomsen.