At halda prísunum á vørum og tænastum niðri, er ikki bara ein stórur vinningur fyri hvønn einstakan brúkara.
– Tað er eisini ein stórur vinningur fyri handils- og tænastuvinnuna. Men tað er sanniliga eisini ein stórur vinningur fyri samfelagið alt.
– Lágir prísir skapa hægri vælferð, staðfestir Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur í kanning síni um prísleguna í Føroyum og í Danmark.
Hann sigur, at lækka prísirnir í Føroyum, merkir tað, at samfelagskakan verður størri.
- Tí føra lægri prísir til ein størri búskap. Verður hugsað um krónur og oyru, er nýtslan hjá hvørjum einstøkum nokk so støðug. Lækka prísirnir á einari vøru, verður bara okkurt annað keypt ístaðin, sigur Heri á Rógvi.
Hann sigur, at munurin er bara tann, at eru prísirnir høgir sum heild, fáast færri tænastur og færri vørur fyri pengarnar. Eru prísirnir hinvegin lágir, fáast fleiri vørur og tænastur fyri peningin.
- Og verður okkurt keypt bíliga í internetinum, verður bara okkurt annað keypt í handlinum ístaðin.
- Ein vanligur føroyingur brúkar í meðal 88%-89% av síni tøku inntøku, men hann væntar, at tá ið nýtslan hevur stabiliserað seg, fer talið at liggja uppi á 94%-95%.
- Spurningurin er bara, hvussu nógvar vørur og tænastur brúkarin fær.
- Tí er tað avgerðandi, at prísirnir lækka og tí er tað somuleiðis avgerðandi, at vit eru tilvitað um, hvørja ávirkan og hvørjar avleiðingar ymiskir príspolitikkur hevur á samfelagið, heldur Heri á Rógvi.
Sterkt kappingareftirlit
- Nettupp í støðuni, sum er galdandi á føroyska marknaðinum, hevur tað sera stóran týdning at hava eitt sterkt og virkisført kappingareftirlit. Men tað hava vit so heldur ikki í Føroyum, tí tað er so veikt, at tað megnar lítið og onki.
Hann staðfestir, at í Grønlandi og í øðrum smáum samfeløgum hava tey lagt stóran dent á at hava eitt sterkt kappingareftirlit, tí tey duga at síggja, hvussu stórur samfelagsligur vinningur er í at halda prísunum so niðri og at tað tí er ein úrtøka fyri samfelagið.