Lægri skatt til fólk og hægri skatt til vinnulív

UMLEGGING Javnaðarflokkurin ætlar nú at umleggja skattaskipanina so at skatturin av lønum hjá fólki við miðal inntøku lækkar, samstundis sum at skatturin hjá vinnulívinum hækkar

Fólk við miðal inntøkum skulu hava ein skattalætta upp á fleiri túsund krónur um árið.
Tað er eindamálið við eini eini nýskipan, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í okkara skattaskipan.
Hetta boðaði Aksel V. Johannesen, formaður floksins frá á landsstevnu hjá flokkinum leygardagin.
Men hann staðfestir, at hetta skal gerast uttan at skattainntøkurnar hjá landinum lækka.
Hann staðfestir nevniliga, at skulu vit varðveita okkara vælferðartænastur, má inntøkan hjá landinum ikki lækka.
Hinvegin heldur hann, at skattaskipanin er ov einsháttað og at lønarskatturin er ov høgur.
- Vit hava ráð til at lækka skattin hjá vanligu løntakarunum, men tað má verða við eini umlegging, so at skattatrýstið á lønirnar minka.

Øll skulu lyfta
Í hesum sambandi staðfestir formaður Javnaðarfloksins samstundis, at í dag eru alt ov nógv, ið ikki gjalda til felagsskapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera byrðarnar.
Hann sigur kortini, at ætlanin er ikki at skerja fiskimannafrádráttin.
- Men ein týðandi lutur í umleggingini er at strika ella minka munandi um óendaligu røðina av undantaksreglum hjá vinnuni at gjalda til felagsskapin.
Heldur ikki á hesum øki fæst nakað ítøkiliga at vita um, hvat hann hugsar um, tí tey
eru ikki liðug við útrokningarnar, so hann kann ikki útgreina tað nærri.
Kortini staðfestir hann, at ætlanin er ikki at skerja fiskimannafrádráttin.
Hann nevnir, at sjálvstøðugt vinnurekandi hava frádráttir, sum kunnu misbrúkast og har tað eigur at táttast í.
Eitt ítøkiligt boð hevur hann kortini og tað er at hækka partafelagsskattin nakað.
- Føroyar telist millum tey lond í vesturheiminum, sum hevur lægsta partafelagsskatt, samstundis sum vit hava hægsta lønarskatt.
- Hetta er ikki rímiligt og tí fara vit at hækka partafelagsskattin eitt vet, fyri at fáa ráð til at lækka lønarskattin hjá vanliga løntakaranum.
Hann skoytir upp í, at ein partur av nýskipanini er at leggja gjøldini Heilsutrygd, Kringvarpið, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og barsilgjaldið inn í skattin.
Somuleiðis skal barnafráfrátturin hækkast, leggur hann afturat.
Tilsamans verður úrslitið, at handverkarar, sjúkrarøktarførðingar, lærarar og aðrir bólkar við meðalinntøkum koma at fáa ein lætta, sum svarar til fleiri túsund krónur um árið, sigur Aksel V. Johannesen