Lægri skatt til fólk og hægri skatt til vinnulívið

Fólk við miðal inntøkum skulu hava ein skattalætta upp á fleiri túsund krónur um árið.

Tað er eindamálið við eini eini nýskipan, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í okkara skattaskipan.

Hetta boðaði Aksel V. Johannesen, formaður floksins frá á eykalandsstevnu hjá flokkinum í gjár.

Men hann staðfestir, at hetta skal gerast uttan at lækka skattainntøkurnar hjá landinum.

- Í dag eru alt ov nógv, ið ikki gjalda til felagsskapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera.

Hann sigur, at tey eru ikki liðug við útrokningarnar og tí vil hann ikki útgreina ítøkiliga, hvat hann meinar við.

Men hann sigur, at ætlanin er ikki at skerja fiskimannafrádráttin ella at gera skattaviðurskiftini verri hjá teimum sjómonnum, sum sigla undir DIS.

Men ein týðandi lutur í umleggingini er at strika ella minka munandi um óendaligu røðina av undantaksreglum hjá vinnuni at gjalda til felagsskapin.

Heldur ikki her eru tey liðug við útrokningarnar, so hann vil ikki útgreina tað nærri.

Men hann nevnir, at sjálvstøðugt vinnurekandi hava frádráttir, sum kunnu misbrúkast og har tað eigur at táttast í.

Eitt ítøkiligt boð hevur hann kortini og tað er at hækka partafelagsskattin nakað.

- Føroyar telist millum tey lond í vesturheiminum, sum hevur lægsta partafelagsskatt, samstundis sum vit hava hægsta lønarskatt.

- Hetta er ikki rímiligt og tí fara vit at hækka partafelagsskattin eitt vet, fyri at fáa ráð til at lækka lønarskattin hjá vanliga løntakaranum.

Hann skoytir upp í, at ein partur av nýskipanini er at leggja gjøldini Heilsutrygd, Kringvarpið, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og barsilgjaldið inn í skattin.

Somuleiðis skal barnafráfrátturin hækkast, leggur hann afturat.

Tilsamans verður úrslitið, at handverkarar, sjúkrarøktarførðingar, lærarar og aðrir bólkar við meðalinntøkum koma at fáa ein lætta, sum svarar til fleiri túsund krónur um árið, sigur Aksel V. Johannesen