Lægsta tal í 60 ár

www.sikkertrafik.dk

Í Danmark vísa tølini frá Vejdirektoratet at í 2005 doyðu 331 fólk í ferðsluni, ið er tað lægsta í 60 ár. Stjórin fyri Rådet for Større Færdselssikkerhed, René la Cour Sell, sigur, at hóast nógvir feilir verða gjørdir í ferðsluni, er ferðin oftast avgerðandi fyri, hvussu álvarslig ein ferðsluvanlukka verður.