Løgtingið 150 ár: Besta boð uppá elsta ting í Europa

Tingsøgan er komin út í bók. Finnbogi Ísakson, formaður í ritstjórnini og fyrrverandi tingformaður, handaði hósdagin Edmundi Joensen, tingformanni bøkurnar, ið bera heitið Løgtingið 150. Hetta er tingsøgan frá landnámi og fram og er hon ætlað øllum Føroya fólki

Formaðurin í ritstjórnini og fyrrverandi tingformaðurin Finnbogi Ísakson, handaði hósdagin Edmundi Joensen tvey tey fyrstu bindini av tingsøguni.
Heitið er Løgtingið 150. Talið 150 er eitt sindur kámt á permui, tí í veruleikanum er tingið meira enn 150 ár, segði Finbogi Ísakson á samkomu á løgtingsskrivstovui hósdagin.
Hans Andrias Sølvar á hevur staðið fyri stórum parti av fyrsta bindinum, ið viðgerð tingsøguna. Annað bind hava seks fólk skrivað og finna vit har m.a. øll tingfólk, ið hava verið. Tey eru eini 440 í tali og mynd er av teimum flestu. síåsta bind kemur í heyst og har verður m.a. valtøl og leitorð at fina, greiddi Finnbogi Ísakson, sum vegna ritstjórnina handaði tingformanninum bøkurnar. Í ritstjórnini hava, umframt Finnboga, sitið Súsanna Danielsen, Jákup Thorsteinsson, Demmus Hentze og Pól á Kletti.
Edmund Joensen takkaði fyri og fegnaðist um, at tingsøgan nú loksins er komin í bók, tí hetta hevur áður verið ætlan, sum er dottin niðurfyri. Hann metir hetta sum ein dýrgrip og førdi fram, at hugaligt er at merkja sær, at løgtingið óivað er besta boð uppá ellsta ting í Europa.

Til alt fólkið
Finnbogi Ísakson segði á samkomuni hósdagin, at hugsað er um, at øll skulu hava ráð at ogna sær tingsøguna, tí hon er fyri alt fólkið. Bind eitt og tvey verða seld saman í bókhandlum fyri 150 krónur og bind 3 kemur at kosta 75 krónur.
Edmund Joensen segði, at formansskapur løgtingsins hevur biðið ritstjórnina halda fram og kemur bind nummar 3 ætlandi í heyst.
Roknað var við, at bókaætlanin kom at kosta einar 2 miliónir, men staðfestast kann í dag, at kostnaðurin er væl undir. Kanska 1,2 milliónir, ella har á leið.
Fyrsta upplag av tingsøguni er 2300 eintøk.