Løgtingið hevur akkurát nú einmælt samtykt at gera tunnil til Viðareiðis.
Løgtingið hevur samtykt at játta 162 milliónir til Viðareiðistunnilin og øll 29 tingfólkini, sum eru á fundi, atkvøddu fyri.
Sum tað sæst í viðkomandi greinum niðriundir vóru tað annars fleiri tingfólk, sum ivaðust í ætlanini, men tá ið samanum kom atkvøddu eisini tey fyri Viðareiðistunlinum.
Tey, sum talaðu fyri tunlinum halda, at tá ið farið verður í holt við at bøta um farleiðina til Viðareiðis, eigur tað at verða gjørt ordiligt, so at ein endalig loysn verður gjørd.
At bøta um vegin verður aldrin ein endalig loysn, tí lutfalsligur stórur vandi verður altíð fyri, at grót loypur á vegin.
Ført hevur verið fram, at ábøtur kunnu gerast á vegin, sum veitir 70% - 80% trygd fyri at tað ikki loypur á vegin.
Onkur vendi tí við og segði, at tað ber so aftur í sær, at umleiðs fjórða hvørt omanlop endar á vegnum og tað er lutfalsliga stórur vandi.
Uppskotið skal viðgerast einaferð afturat ein av fyrstu døgunum fyri at verða endaliga samtykt, men nú er tað bara ein avgreiðsluspurningur.
Ætlanin er at projektið skal vera liðugt nú í vár og sostatt verður arbeiðið boðið út í summar.
Tað merkir, at farast kann undir sjálvan tunnilin seinni í ár.
Talan verður um ein tunnil upp á 1850 metrar úr Hvannasundi í Miðdal, umframt tilsamans 4000 metrar av vegi báðu megin.
Myndina hevur Erik Christensen tikið.