Tað vóru tung boð, sum nakrir av starvsfeløgum okkara í Kringvarpinum fingu í morgun, tá hóttanirnar um uppsagnir í Kringvarpi Føroya gjørdust veruleiki.
Hóast tað kann tykjast løgið, at tað so brádliga fór at skorta fíggjarliga hjá Kringvarpinum, so er tað ein sannroynd, at politiski myndugleikin als ikki hevur røkt sínar skyldur yvir fyri Kringvarpi Føroya.
Sjálvandi eiga vit at hava ein góðan, óheftan almennan fjølmiðil, sum Kringvarp Føroya við bæði útvarpsrásum og sjónvarpsrásum. Men skipanin við at lata hesa ábyrgdina út til einstøku húsarhaldini hoyrir ongastaðni heima. Sjálvandi verður tað eitt rámaskríggj, hvørja ferð talan er um at hækka kringvarpsgjaldið, tá Løgtingið hevur valt, at Kringvarpið framhaldandi skal vera ein skattainnkrevji eins og TAKS. Hetta er ikki rímuligt.
Heldur áttu politikararnir at avtikið kringvarpsgjaldið og givið stovninum eina hóskandi játtan á fíggjarlógini. Ikki bara tí at so vórðu byrðarnar býttar javnari yvir allar skattgjaldarar, so sum Tjóðveldi skjýtur upp – men eisini tí, at soleiðis gera vit við allar aðrar almennar stovnar.
Hví skal júst Kringvarpið sjálvt krevja sínar pengar inn? Hví kunnu vit ikki gera tað sama við eitt nú Løgtingið? So kundu tingfólk passandi hækkað hetta gjaldið, hvørja ferð løgtingslønirnar skuldu hækkað. Hetta hevði valla fallið í góða jørð, og hevði sjálvandi heldur ikki verið rímuligt.
Kringvarp Føroya er eisini noytt út í kapping við privatu fjølmiðlarnir um lýsingainntøkur. Hetta er við vælsiglisi frá Løgtinginum – hóast tað í grovan stíl er kappingaravlagandi, at ein almennur stovnur, sum er skattainnkrevji, kann fara út í eina so órættvísa kapping við privatu fjølmiðlarnir, sum verða riknir á 100% haldilsligum grundarlag – og sum eindømi í okkara parti av heiminum – púra uttan eitt oyra í almennum stuðli.
Men politiski viljin sigur, at um trý ár hevur Kringvarpið ongar lýsingarinntøkur. Tí má politiski myndugleikin taka seg um reiggj og fáa skipað viðurskiftini viðvíkjandi Kringvarpinum.
Hesin svarti dagurin hjá Kringvarpi Føroya – og starvsfólkum tess – er í størstan mun eitt symtom upp á politiska undanstøkking heldur enn vánaliga stovnsleiðslu.