Tey sum hava trýst á lýsingina síggja, at orsøkin er ikki, at Fólkatingið hevur fingið sær eina deild í Føroyum, men at Føroya Løgting skal hava nýtt reingerðarfólk í hálva tíð at byrja á nýggjárinum. Eftir øllum at døma er Føroya Løgting farið at kalla seg »Folketinget på Færøerne«, tá tey samskifta á donskum.
Men hóast lýsingin frá »Folketinget på Færøerne« í donskum miðlum er orðað á donskum, so skal nýggja reingerðarfólkið hjá Løginginum kortini »kunne kommunikere på færøsk«.