Løgtingið kemur saman í dag

Hóast løgtingið fór í summarfrí næstseinastu leygarnátt, so er tingið longu stevnt til fundar aftur í dag klokkan 11.

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, boðaði frá næstsíðstu leygarnátt, at tingið fór at verða kallað saman aftur, tí nøkur mál lógu eftir. Og tann fyrsti fundurin er í dag, har løgtingið fer at viðgera uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o. a. Her er talan um 1. viðgerð.

Eisini er framløga á skránni. Fýra mál verða løgd fram, og tey eru:

Nr. 200/2010: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011

Nr. 201/2010: Uppskot til løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi

Nr. 202/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

Nr. 203/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald