Í vikuni hevur Rúna Sivertsen skotið upp, at løgtingi skal samtykkja eina lóg ið bannar børnum og ungum at ganga úti um kvøldið, undantikið tá ið tey fylgjast við vaksnum fólki.
Hví er hetta ikki
eitt gott hugskot
Hetta uppskot reisir ein rættuliga grundleggjandi spurning, hvør skal hava ábyrgdina av børnunum: myndugleikarnar ella foreldrini. Í minum hugaheimi er ongin ivi, foreldrini hava og mugu framhaldandi átaka sær ábyrgdina av børnunum. Gongdin seinnu árini hevur verið, at alt ov nógv av ábyrgdini verður løgd til ymsar stovnar, eitt nú fáa starvsfólk á dag-stovnum meira og meira ábyrgd í samband við at uppdraga børnini og skúlarnir fáa eisini meir og meir tann sama leiklutin. Henda gongdin er skeiv og má vendast. Hetta skal ikki skiljast so, at eg haldi kvinnurnar skulu heimaftur at taka sær av børnunum, tvørturímóti ábyrgdin av børnunum má gerast meira felags fyri bæði foreldrini, enn hon er í dag.
Hvat er trupulleikin
Rúna Sivertsen sigur, at tað at børn ganga seint úti lættari elvir til at tey koma út í kriminalitet. Hetta er bert partvíst rætt, tí vit kunnu eisini spyrja, hví ganga summi børn seint úti um kvøldið ? Orsøkin kann vera, at tey ikki hava tað so gott heima, at onkrir trupulleikar eru heima. Trupulleikarnir heima og tann vantandi barlastin ið hesi børn fáa við sær út í lívið, kann viðvirka til at tey hava ilt við at skilja, hvat er rætt og skeivt og tí kanska gera okkurt kriminelt. Hesin trupulleiki verður ikki loystur við at ein løgreglumaður leiðir børnini til hús. Hetta er ikki at taka fatur um veruliga trupulleikan (heima við hús) men roynd at steðga avleiðingunum av trupuleikunum (at børn ganga úti) og tað hjálpir so onki uppá verðuliga trupulleikan.
Verja børn ímóti foreldrum
Tað er ikki neyðugt at samtykkja eina lóg aftrat fyri at verja børn ímóti foreldrunum. Vit hava longu eina lóg til hetta endamál nevniliga "lov um børneforsorg". Bert syrgiligt at samgongan hjá Rúni nú í 3 ár ikki hevur megnað at fingið samtykt alneyðugar ábøtur á hesa lógina, so børnini vera betur vard enn í dag.
Hevði barnaverndin, lærarar og námsfrøðingar og onnur ið hava fráboðanarskyldu fingið betur karmar at arbeitt undir so vóru vit komin langt. Í dag hevur barnaverndin alt ov vánaligar karmar til at gera eitt uppsøkjandi og fyribyrgjandi arbeiði fyri at verja børnini. Tey fakfólk, ið hava fráboðannarskyldu, áttu at fingið meira vitan-útbúgving so tey kundu fanga trupuleikar skjótari.
Eisini mugu øll vit onnur broyta hugburð og tora at siga frá á rætta stað um vit síggja at eitt barn ikki hevur tað gott.
Ongar lættar loysnir
Hetta er ein verðuligur trupuleiki, ið Rúna Sivertsen her tekur fram, men tíverri eru ongar lættar loysnir, ið muna. Um tingið ger eina lóg, so kunnu politikarnir siga, at teir hava so gjørt okkurt og síðan sleppa trupuleikarnir at liva víðari og teir hava onga ábyrgd meira. Tað er eisini trupult og tungt hjá fleiri foreldrum at hava ein aktivan leiklut í samband við teirra børn, her kundi avvarðandi landsstýrismaður farið inn, og roynt at komi við nøkrum familjupolitiskum átøkum, ið bøtti um henda trupuleika. Lóg um útgongubann loysir so ongan trupuleika, men skavar kanska heldur útyvir hann.