Krabbameinsfelagið mælir nú Løgtinginum til at samtykkja eitt uppskot, sum forbjóðar ungum undir 18 ár at sóla sær í solarium. Samstundis skulu allar sólstøðir verða mannaðar fyri at tryggja, at forboðið verður hildið.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinan fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at banna ungdómi at fara í sólstøðir at brúnka seg.
Hetta fegnast Krabbameinsfelagið um, sigur formaðurin Jákup N. Olsen, tí hann vísir á, at í Føroyum hava vit onga lóg á hesum øki.
Endamálið við forboðnum er at forða fyri, at so nógv fáa krabbamein í húðina og lívshættisligan móðurmerkjakrabbamein, tí títtleikin av akkurát hesum sløgum av krabbameini er eksploderaður seinastu árini, serliga hjá ungum kvinnum, sum eru tær, ið sóla sær mest.
Tað er prógvað, at tey, sum sóla sær, eru í nógvar ferðir størri vanda fyri at fáa krabbamein, hóast tey ikki sóla sær serliga ofta.
Altjóða heilsustovnurin, WHO, sigur, at solarium er so vandamikið, at tað er at samanbera við tubbakk og aspest.
Seinastu árini hava fleiri sett 18 ára aldursmark fyri at sleggja seg í solarium og enn fleiri umhugsa tað sama.
Men Krabbameinsfelagið sigur, at skal forboð hava nakra meining, er tað samstundis neyðugt at krevja, at sólstøðir verða mannaðar.
Annars svarar tað til at kunna keypa rúsdrekka og tubbak í sjálvtøkum, sigur formaðurin.
Avgerðin í Løgtinginum fellur í næstum.