Løgtingið viðger fiskidagarnar í dag

Fyrsta viðgerð av lógaruppskoti at áseta fiskidagar fyri fiskiárið 2012/2013 er fyri í Løgtinginum í dag.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur fingið tilmæli frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.

Fiskidaganevndin mælir til óbroytt fiskidagatal, men Havstovan mælir til niðurskurð í fiskidagatalinum.

Fiskidaganevndin vil, at vakið eyga verður hildið við veiðuni eftir ungfiski, og at neyðug átøk verða sett í verk, um uppíblandið av ungfiski er ov stórt. Somuleiðis mælir Havstovan til, at friðing av smáfiskaleiðum heldur fram. Landsstýrismaðurin hevur tí ta ætlan, at arbeiðið, ið hevur til endamáls at verja ungfiskin, heldur fram, soleiðis at tilgongdin til stovnarnar verður best møgulig.

Jacob Vestergaard mælir til sama fiskidagatal.

Tingfundurin byrjar klokkan 9.30.